Handil í meira enn hálva øld
Í 1938 gjørdist Eli Lautrisen sjúkur av tuberklum. Hann varð innlagdur á sanatorium í Havn til einaferð í 1940, m.a. tá týskararnir bumbaðu Havnina.Eli, sum frammanundan var sjómaður, var ikki arbeiðsførur sum sjómaður tá hann kom aftur til Sørvágs. Hann fór undir at umvæla ymisk elektrisk tól hjá bretum úti á Bakka í Sørvági, og tað gekk ikki long tíð, áðrenn vanliga tosið tosið gekk, um hvussu óførur hesin maðurin var í hondunum.
Hetta førdi so til, at vanlig fólk komu berandi við øllum møguligum til umvælingar, t.d. útvarpslurtum, vekjarum, klokkum, urum og mongum øðrum.
Eli hevði fingið sær eitt lítið horn heima við hús, har hann putlaðist við slíkt. Hann gjørdi eisini amboðini sjálvur, eitt nú pinsettir, tengur, hamarar og nógv annað.
Eli var ikki bara sera hegnigur, men eisini sera fyrikomandi maður, sum fólk hevði tokka til. Hann gjørdi av at fara til Danmarkar at læra til ursmið, men samstundis gjørdist hann forlovaður í Sørvági, unnusrtan gjørdist við barn, og Eli slapp ongantíð í læru sum ursmiður.
Seinni slapp hann kortini niður á okkurt skeið, keypti sær nýggj amboð og nøkur ur at selja - eisini hevði hann nakrar brillur heim við, og soleiðis byrjaði handilin.
Í sekstiárunum fór sonurin Jógvan til Danmarkar at læra ursmíð og optik. Hann kom aftur í 70 at arbeiða hjá pápanum, tá var verkstaðið í kjallaranum, har handilin er í dag. Í 1997 yvirtók dóttir Jógvan handilin í Sørvági, har hon fæst mest við brillur. Sonurin Jens Eli arbeiðir inni á Glyvrum sum ursmiður.
Handilin er umbygdur nógvar ferðir og gjørdur størri. Vøruskráin er eisini sera stór í dag við kikarum, klokkum, brillum, smúkkum og nógvum gávulutum.
Vanliga er handilin opin kl. 13 - 17.30. Ursmiðjan er ein av teimum handlunum, har tey hugsa globalt og handla lokalt.
Rákið í Sørvági er eins framkomið og í New York og París.

